Latín Lingua Latina, Lingua Romana | ||
---|---|---|
Tosað í: | Rómverjaríkið, Vatikanið. | |
Tosandi íalt: | — | |
Málætt: | Indo-evropeiskt Italskt | |
Málkotur | ||
ISO 639-1: | la | |
ISO 639-2: | lat | |
ISO 639-3: | lat
. |
Latín (á latíni: lingua latīna, IPA: ) er klassiskt mál, ið hoyrir til italsku málættina og soleiðis til indo-evropeisku málættina. Latínska stavraðið mentist frá tí etruskiska stavraðnum og tí euboiiska grikska stavraðnum og at enda úr tí fønikiska stavraðnum.
Latín var uppruniliga talað í Latium, í Italiahálvoynni. Ígjøgnum valdið hjá Rómverska tjóðveldinum varð latín tað ráðandi málið, fyrst í Italia og seinni tvørtur ígjøgnum Rómverjaríkið. Talumálslatín mentist til tey rómanska mál, t.d. italskt, portugisiskt, spanskt, franskt og rumenskt. Nógv orð í enskum og eisini donskum komu frá latíni. Latínskar røtur brúkast í guðfrøði, lívfrøði og læknafrøði.
Undir seina Rómverska tjóðveldið (um 75 f.Kr.), varð fornlatín fyrisett til klassiskt latín. Talumálslatín var tað mál, ið talaðist um tað mundið og sýnist í innskriftum og verkum av skemtleikskøldum sum Plautus og Terentius. Seinlatín er skriftsmálið frá 3. øldini og miðaldarlatín er málið frá 9. øldini, ið mentist til endurburðarlatín undir endurburðartíðina. Seini mentist nýlatín. Latín varð brúkað fyri altjóða samskifti og vísindi til 18. øldina, tá ið man byrjaði brúka talumál fyri skriftir. Kirkjulatín er enn almennt mál í Pávastólinum og Rómversk-katólsku kirkjuni. Latín undirvísast í skúlum um allan heim.
Latín er bendingarmál og hevur trý kyn og sjey føll.
Latínski framburðurin er umskapaður t.d. frá frágreiðingum, stavivillum og orðaleikum. Aðrar keldur eru fornupprunafrøði og stavingar av latínskum orðum í øðrum málum.
Varraljóð | Tannaljóð | Framgómaljóð | Bakgómaljóð | Málbandaljóð | |||
---|---|---|---|---|---|---|---|
greitt | varraljóð | ||||||
Lokaljóð | raddað | b | d | ɡ | ɡʷ | ||
óraddað | p | t | k | kʷ | |||
Trongaljóð | raddað | z | |||||
óraddað | f | s | h | ||||
Nasaljóð | m | n | (ŋ) | ||||
Rotiskaljóð | r | ||||||
Nærkanarljóð | l | j | w |
Klassiskt latín hevði ongan mun ímillum stórar og smáar bókstavir og hevði ikki bókstavirnar ⟨J U W⟩. Í staðin fyri ⟨J U⟩ brúkti man ávikavist ⟨I V⟩; soleiðis vóru ⟨I V⟩ bæði hjáljóð og sjálvljóð.
Á okkara døgum brúkar man oftast ⟨i u⟩ í staðin fyri klassisku ⟨i v⟩. Nakrar skipanir brúka ⟨j v⟩ fyri sjálvljóðini /j w/, men ⟨v⟩ brúkast aldri fyri ⟨gu su qu⟩.
Frammælt | Miðmælt | Bakmælt | |
---|---|---|---|
Læst | iː ɪ | ʊ uː | |
Hálvlæst | eː ɛ | ɔ oː | |
Opið | a aː |
Klassiskt latín hevði ongan mun ímillum ⟨U⟩ og ⟨V⟩. Í staðin brúktist ⟨V⟩ eisini sum hjáljóð og sum sjálvljóð. ⟨Y⟩ kom frá grikskum og úttalaðist sum ⟨u⟩ ella ⟨i⟩ av nøkrum talarum.
Klassiskt latín hevði bæði stutt og long sjálvljóð. Á okkara døgum skrivar man oftast long sjálvljóð við makron, t.d. ⟨ā ē ī ō ū⟩, og stutt sjálvljóð eru ómerkt.
Latínsk staveind |
Latínskt málljóð |
nútíðardømir |
---|---|---|
⟨a⟩ | sum a í land | |
sum a í Kanada | ||
⟨e⟩ | sum e í frekt | |
sum e í frekur | ||
⟨i⟩ | sum i í lint | |
sum i í linur | ||
⟨o⟩ | sum o í toldi | |
sum o í tola | ||
⟨u⟩ | sum u í gult | |
sum u í gulur | ||
⟨y⟩ | sum y í mystisk | |
sum y í mytisk |
Sjálvljóðsbókstavur fyri ⟨m⟩ við orðsenda, ella sjálvljóðsbókstavur fyri ⟨ns⟩ ella ⟨nf⟩, verður langt nasasjálvljóð, t.d. monstrum /mõːstrũː/.
Klassiskt latín hevði fleiri tvíljóð. Vanligastu vóru ⟨ae au⟩. ⟨oe⟩ var óvanligt og ⟨ui eu ei⟩ vóru sera óvanlig, serliga í upprunaligum latínskum orðum. Hesar samansetingar av bókstøvum vorú ikki altíð tvíljóð, uttan kundu vera tvey sjálvljóð í tveimum stavilsum (⟨ae⟩ og ⟨oe⟩) ella eitt sjálvljóð og hálvhjáljóðið /j/ ella /w/ (⟨au ui eu ei ou⟩). Dømir eru aēnus "í bronsuni" og eius "hansara".
Í talumálslatíni gingu ⟨ae au oe⟩ saman við ⟨e ō ē⟩. Tílíkur framburður var eisini hjá smærri mentaðum talarum.
Frammælt | Bakmælt | |
---|---|---|
Læst | ui /ui̯/ | |
Hálvlæst | ei /ei̯/ eu/eu̯/ |
oe /oe̯/ ou /ou̯/ |
Opið | ae /ae̯/ au /au̯/ |
Reglulig navnorð á latíni hava ein av fimm bendingum, ið man kan síggja í hvørsfallið hjá orðinum. Tey eru:
Latín hevur sjey føll: